Nú kann minnilutin ikki krevja fólkaatkvøðu

bannari
Nú kann minnilutin ikki krevja fólkaatkvøðu
Stjórnarskipanin fer ikki at heimila einum triðingi av løgtingsfólki at krevja lóg lagda til fólkaatkvøðu, sum støðan er nú.
 
29.07.2017 - 17:17

Tá stjórnarskipanin fór í løgtingið í 2010, varð skrivað í lógina, at ein triðingur av løgtingsfólkum kundi krevja, at ein lóg varð løgd til fólkaatkvøðu eina viku eftir, at hon var samtykt.

Lógir um fíggjarmál, lønarmál og skattamál, og lógir um útinning av galdandi millumlanda sáttmálum, kundu ikki leggjast til fólkaatkvøðu.

Tað skuldi vera ein minnilutaverja, varð skrivað í stjórnarskipanina tá.

Tá, í 2010, var hugskotið ikki nýtt.

Tí í álitinum um føroyska stjórnarskipan, sum var latin landsstýrinum tann 22. desember 1993, var ein grein 16 um minnilutaverju, har ein triðingur av løgtingslimum kundi biðja løgtingsformannin um fólkaatkvøðu um eitt lógaruppskot.

Men tað er ikki við í uppskotinum til stjórnarskipan, sum nú er farið til almenna hoyring.

Í stjórnarskipanaruppskotinum nú stendur bara, at "við lóg kann løgtingið leggja spurningar til fólkaatkvøðu."

Tað vil siga, at minnilutin kann ikki krevja eina fólkaatkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012