Bjørt spyr Sirið um mótstøðuførar bakteriur

Bjørt spyr Sirið um mótstøðuførar bakteriur
Bjørt Samuelsen vil nú hava at vita, hvat hendir í Føroyum, tí trupulleikin hevur verið kendur í mong ár
 
04.08.2017 - 09:42

Kann landstýriskvinnan veita vissu fyri, at tamarhald er á støðuni viðvíkjandi mótstøðuførum bakterinum á sjúkrahúsunum í Føroyum? 

Trupulleikin við fjølmótstøðuførum/multiresistenum bakterium, sum antibiotika ikki rínur við, er komin í tingið.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hvat er gjørt, og ikki minst, hvat verður gjørt við trupulleikan.

Bjørt Samuelsen spurdi eisini í 2015. 

Tá svaraði Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, at avgjørt var alt fyri eitt at gera kanningar.

Harafturat var farið undir at samskipa kunningina til leik og lærd um vandan.

Bjørt Samuelsen vil nú hava at vita, hvat hendir í Føroyum, tí trupulleikin hevur verið kendur í mong ár.

Hon vísir millum annað á Kønberg-frágreiðingina frá 2014 um norðurlendskt heilsusamstarv.

Í frágreiðingini verður víst á, at í framtíðini fara alsamt fleiri at doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta at vera vandaleysar.

Hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk. 

Felags átak

Fremsta tilmælið tá í 2014 var felags átak móti vaksandi mótstøðuførinum. 

Føroysku heilsumyndugleikarnir vóru við, tá Kønberg-frágreiðingin varð viðgjørd fyri trimum árum síðani.

Heimsheilsustovnurin, WTO, hevur í mong ár rópt varskó og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara.

Bjørt Samuelsen spyr millum annað Sirið Stenberg, hvussu tað ber til, at trupulleikin veksur í Føroyum, hóast tiltøk at fyribyrgja eru sett í verk, sambært landsstýriskvinnuni.

Og hvat verður gjørt beinan vegin, so trupulleikin ikki gerst enn størri. 

Bjørt Samuelsen spyr eisini, um vandin fyri fjølmótstøðuførum bakterium verður tikin við í metingina, tá avgjørt verður, hvørji sjúkrahús í øðrum londum, føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til. 

Hon spyr, hvat er og hvat verður gjørt fyri at kunna almenningin, kommunulæknar og onnur um, hvussu vandan fyri fjølmótstøðuførum bakterium kann avmarkast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444