Hava aftur fund um kærurnar

Hava aftur fund um kærurnar
Meginfelag Útróðrarmanna ótolnast eftir, at landsstýrismálanevndin skal gera niðurstøðu í eini kæru um fiskidagar í galdandi fiskiári
Jógvan Skorheim er formaður í landsstýrismálanevndini
 
06.08.2017 - 13:08

Landsstýrismálanevndin fer nú aftur at viðgera tær fýra kærurnar, sum nevndin hevur fingið.

Fundur verður týsdagin.

Kæran frá Meginfelagi Útróðrarmanna um Høgna Hoydal, landsstýrismann, um fiskidagarnar í hesum fiskiárinum, sum endar 31. august, er framvegis til viðgerðar, og spurningurin er, um landsstýrismálanevndin kemur til eina niðurstøðu, áðrenn løgtingið samtykkir fiskidagarnar, sum skulu koma i gildi 1. september. 

Meginfelag Útróðrarmanna ótolnast eisini eftir einari avgerð. 

MÚ minnir á kæruna

Fyrst í juni minti Meginfelagið landsstýrismálanevndina á kæruna og spurdi, um nøkur niðurstøða kemur, áðrenn nýggir fiskidagar verða ásettir.

Høgni Hoydal hevur fingið freist til í morgin at svara viðmerkingunum, sum Meginfelagið sendi landsstýrismálanevndini 2. juni.

Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar aðrar kærur, sum ikki eru avgreiddar, tvær um Høgna Hoydal og eina um Henrik Old.

Allar kærurnar eru á skránni fyri fundin hjá landsstýrismálanevndini týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444