Noktar seg sekan men hevur broytt frágreiðingina

Noktar seg sekan men hevur broytt frágreiðingina
Rætturin í Hafnarfirði er farin undir at viðgera málið hjá manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttur.
Líkið av Birnu Brjánsdóttur varð funnið í sjónum við Selvogsvita átta dagar eftir at hon hvarv. Polar Nanoq lá í Hafnarfirði..
 
21.08.2017 - 11:20

30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri 20 ára gomlu íslendsku Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, noktaði seg aftur sekan, tá revsimálið móti honum byrjaði fyrrapartin í dag.

Ákærin fanst sambært íslendska kringvarpinum at ákærda manninum, tí hann í dag hevur eina aðra frágreiðing um leygarnáttina 14.januar, enn hann hevur givið politinum. 

Maðurin, sum varð ákærdur í mars, hevur alla tíðina noktað seg sekan.  

15 vitni skulu eisini avhoyrast í dag.

37 vitni skulu avhoyrast um málið, og vitni verða eisini avhoyrd í morgin.

Liðugt 1.september

Síðani verður steðgur til 1.september, tá seinastu vitnini verða avhoyrd fyrrapartin. 

Seinnapartin tann dagin verður so dómsviðgerðin.

Ákærdi maðurin sigldi við grønlendska trolaranum Polar Nanoq.

Ein annar í manningini á Polar Nanoq varð eisini varðhaldsfongslaður og avbyrgdur í sambandi við drápið.

Men kanningarnar hjá politinum gjørdu, at hann varð skjótt latin leysur aftur.

Hesin maðurin verður avhoyrdur sum vitni í dag.

Hann er framvegis við Polar Nanoq, sum er í Íslandi í dag, so tveir í manningini kunnu avhoyrast.

Hinir verða avhoyrdir í telefonini. 

Sjey føroyingar, sum vóru við Polar Nanoq, eru longu avhoyrdir. Tað var fyri einum góðum mánaði síðani. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012