Ákæruvaldið krevur í minsta lagi 18 ára revsing

02.09.2017 - 09:49
AktueltSamfelag
Ákæruvaldið krevur í minsta lagi 18 ára revsing
Ákærin í drápsmálinum um Birnu Brjánsdóttur krevur, at 30 ára gamli ákærdi maður verður dømdur í minsta lagi 18 ára fongsulsrevsing fyri ógerðina
 
 

Kollbrún Benediktsdóttir, ákæri, segði í rættinum í gjár, at eingin ivi er um, at tann ákærdi er sekur, og hon kravdi harðari revsing, enn tey 16 árini, sum rætturin áður hevur dømt í drápsmálum.

Hon heldur ikki, at frágreiðingin hjá ákærda hongur saman, - tær eru mótstríðandi og fleiri ferðir hevur hann broytt frágreiðing. Seinast í rættinum, har hann broytti frágreiðing um, hvat hendi lagnu náttina.

Ákærin vísur eisini aftur royndini hjá ákærda at blanda hin mannin í bilini uppí málið. Til hetta sigur ákærin, at hann hevur ikki havt nóg nógva tíð til at taka Birnu av døgum og fjala hana, áðrenn hann á vakmyndum sæst fara úr bilinum og fara umborð á Polar Nanoq.

- Átjan ár er avgjørt minstamark, segði ákærin í rættinum og vísti á, at tann ákærdi nýliga hevur fingið dóm í Grønlandi í rúsevnamáli.

Verjin krevur frídøming

Verjin hjá 30 ára gamla manninum krevur frídøming. Hann vísur á, at løgreglan var skjót at staðfesta gerningsmannin og avskriva hin mannin í bilinum.

Páll Rúnar Kristjánsson sigur, at løgreglan bara hugsavnaði seg um 30 ára gamla mannin, og var skjót at boða frá, at hann var seki persónurin.

Verjin vil eisini vera við, at fingramerkini, sum vórðu funnin á koyrikortinum hjá Birnu, ikki við vissu kunnu ávísast til at vera hansara. Norskir serfrøðingar funnu 11 punkt, - vanliga krevur rætturin í Íslandi 12 punkt.

Hann finst eisini at, at avhoyringin hjá løgregluni var á donskum og enskum, og ikki við grønlendskum tulki.

Dómurin verður kunngjørdur um fýra vikur.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. januar
Norðurljóð 21.januar 2019
90233
Mánadag 21. januar
Góðan morgun Føroyar 210119
90219
Mánadag 21. januar
Sunnudagstónar 20. januar 2019
90218
Mánadag 21. januar
Arnfinnur Bjarkhamar gestur í Dansivali
90197
Sunnudag 20. januar
Bolero 20. jan. 2019
90188
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. januar
3-2
90238
Mánadag 21. januar
Heimleys á Instagram (1:2)
90207
Mánadag 21. januar
Heimleys á Instagram (2:2)
90209
Mánadag 21. januar
Hugo og Helmig (3:4)
89913
Mánadag 21. januar
Bella loggar inn (2:7)
90072