Sonja ikki somu ávirkan á samgonguni

bannari
Sonja ikki somu ávirkan á samgonguni
Hóast Sonja Jógvansdóttir ikki er ein partur av samgonguavtaluni um fíggjarlógina fyri 2018, ætlar hon framyvir at samstarva við samgonguna
 
01.10.2017 - 14:28

Sonja Jógvansdóttir hevur verið 17. atkvøðan hjá samgonguni, síðani Javnaðarflokkurin, Tjóðveldið og Framsókn komu framat.

Men hetta var broytt í samband við fíggjarlógina fyri komandi ár. Tí Sjálvstýrið gjørdi avtalu við samgonguna um fíggjarlógina.

Og hetta var kanska orsøkin til, at Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, ikki var partur av avtaluni.

Kravið hjá Sonju Jógvansdóttir hesaferð var, at fyritíðar-pensiónin skuldi hækka 3.000 kr. um mánaðin komandi tvey árini.

- Nú tá tíðirnar eru góðar, kunna vit ikki lata samfelagbólkar, sum ongantíð hava fingið lut í framgongdini, vera lopin um, nú í søguliga góðum tíðum, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Sonja Jógvansdóttir sigur við útvarpið, at hon hevur fleiri avtalur við samgonguna um mál, sum skula fremjast í framtíðini. 

- Heldur samgongan sínar avtalur við meg, haldi eg eisini mínar avtalur við samgonguna, sigur Sonja Jógvansdóttir.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537