Fjórði læknin verður fyrstu árini á Strondum

Fjórði læknin verður fyrstu árini á Strondum
Um løgtingið játtar pengarnar, verður søkt eftir fjórða kommunulæknanum til Skálafjarðar læknadømi. Hann flytur á heilsudepilin í Runavík í 2020
Í løtuni eru trý kommunulæknastørv við Skálafjørðin. Bara ein lækni er í føstum starvi. Hinir eru avloysarar. Nú skal fjórða starvið skipast.
 
03.10.2017 - 07:09

Fjórði kommunulæknin við Skálafjørðin fer fyribils at hava sínar viðtalur á Strondum.

Men heilsudepilin í Runavík verður útbygdur, so fýra kommunulæknar kunnu vera har.

Hetta varð samtykt á fundi við borgarstjórarnar í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu í síðstu viku.

Um løgtingið samtykkir at lata fleiri pengar til kommunulæknaskipanina, fær Heilsutrygd boð um at søkja eftir fjórða kommunulæknanum til Skálafjarðar læknadømi. 

Sirið svarar Bill

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann. 

Trý kommunulæknastørv eru í læknadøminum. 

Men bara eitt teirra er sett við lækna í føstum starvi. Fastir læknar fáast ikki til hini bæði størvini.

Viðtaluhølini til fjórða kommunulæknan í Runavík verða liðug í 2020. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860