Nógvir fundir í vinnunevndini

bannari
Nógvir fundir í vinnunevndini
21 innkallingar eru í sambandi við málið um fiskivinnunýskipanina
Bjørt Samuelsen, forkvinna, og hini í vinnunevndini hava nógv at gera, nú tey viðgera fiskivinnunýskipanina
 
21.10.2017 - 10:13

Nógv hava fingið fundarboð í vinnunevndini at siga sína hugsan um uppskotið hja Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um nýggja fiskivinnuskipan.

Í gjár hevði nevndin fund við felagið Trolbátar, Lemmatrolarar, Rækjuskip, Nótaskip, Garnaskip, Thor, Meinhard Jacobsen og Árna M. Dam.

Mánadagin fara Vestmanna Seafood, PRG, Faroe Origin, Tummas Henriksen, Útlendingastovan, Kappingareftirlitið, Kommunufelagið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum á fund við vinnunevndina um fiskivinnulóggávuna.

Fundur verður eisini um málið týsdagin, og tá kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í vinnunevndina saman við Vørn og Havstovuni. 

Liðugt í næstu viku

Nýggja forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at innkallingarnar verða lidnar í næstu viku, og 21 innkallingar eru sendar út til fundirnar.

Tey, sum nevndin vil hoyra nú, vóru eisini á fundi við nevndina fyrru ferð, hon viðgjørdi uppskotið um fiskivinnunýskipan. 

Tað uppskotið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí.

Bjørt Samuelsen sigur, at neyðugt er at hoyra allar partar aftur, tí uppskotið, sum nú er í tinginum, er nógv broytt samanborið við fyrra uppskotið.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012