Ótolnast eftir rottukunngerðini

Ótolnast eftir rottukunngerðini
Fýra mánaðir eru gingnir síðani hoyringarfreistin var úti, men enn er eingin kunngerð komin, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.
Helgi Abrahamsen
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2017 - 10:50

Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum ótolnast eftir kunngerðini um at týna rottu, og hann spyr nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, nær roknast kann við, at kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu verður sett í gildi.

Helgi Abrahamsen vísir á, at 26. mai varð ein kunngerð um at byrgja fyri og týna rottu send til hoyringar.

Einki frættist

Hoyringarfreistin varð sett til 23. juni, og sambært kunngerðini skuldi hon verða sett í gildi dagin eftir, at hon var kunngjørd.

Nú eru næstan fýra mánaðir gingnir, síðan hoyringarfreistin var úti, men enn frættist einki úr Heilsu- og innlendismálaráðnum, sigur Helgi Abrahamsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444