Høvuðsstaðurin veksur níggju prosent næsta ár

Høvuðsstaðurin veksur níggju prosent næsta ár
Tórshavnar býráð viðgjørdi fíggjarætlanina fyri 2018 í gjárkvøldið
Inntøkurnar og útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu nærkast milliardini.
 
27.10.2017 - 07:08

Tað fer at kosta 729 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu næsta ár.

Íløgur verða gjørdar fyri 209 milliónir.

Tað ber til, tí meirilutin í býráðnum væntar 948 mió. kr. í inntøkum í 2018 við sama skattaprosenti sum í ár. 

Inntøkurnar næsta ár eru mettar at verða góð níggju prosent størri enn í ár.

Meirilutin í býráðnum væntar at fáa 757 mió. kr. í kommunuskatti næsta ár, sløk níggju prosent meira enn í ár.

Býráðið viðgjørdi fíggjarætlanina fyri 2018 í gjárkvøldið.

Ein viðgerð er eftir. Hon verður 28.november. 

Pakkar 

Meirilutin í Tórshavnar býráði ætlar at gera íløgur í pakkar næsta ár, eldrapakka, bústaðarpakka og vinnupakka.

Sambært fíggjarætlanini hjá meirilutanum skulu 209 mió. kr. brúkast til íløgur í 2018.

Meirilutin hevur sett av tíggju milliónir til átta umlættingarpláss á Tjarnargarði til minnisveik.

Og 25 mió. kr. skulu brúkast til ein depil við 30 plássum til umlætting og samdøgursendurvenjing. 

Røktaríbúðir

Eitt nýtt røktarheim skal eisini byggjast.

Fyri fyrstu ferð er ætlanin at byggja røktaríbúðir til gomul fólk, sum hava brúk fyri samdøgursrøkt, at leiga.

Hetta er ikki roynt í Føroyum áður. 

Í bústaðarpakkanum eru 43 grundstykki við Klingrutjørn, fimm í Nólsoy og nøkur eru í Kaldbak.

Í vinnupakkanum er millum annað ferðavinnan, sum skal mennast. Havnin skal eisini marknaðarførast uttanlands sum ráðstevnustaður og fundarbýur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860