Summartíð verður ikki broytt

Summartíð verður ikki broytt
Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at endurskoða skipanina um summartíð
 
10.11.2017 - 09:28

So leingi flestu lond í Evropa hava summartíð, verður skipanin við summartíð eisini varðveitt í Føroyum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Katrina Kallsberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið.

Vit hava havt summartíð í Føroyum síðani 1981.

Løgmaður sigur, at vansarnir við summartíð eru ikki nógvir, tí summarhálvan í Føroyum er so ljós samanborin við onnur lond í Evropa.

Tey 37 árini, summartíð hevur verið ásett, hevur landsstýrið ikki fingið fráboðan um serligar vansar av at brúka í summartíð.

Í 1980 segði Orkuráðið í sínum ummæli, at orkunýtslan í Føroyum verður so lítið ávirkað av summartíð, at tað eigur ikki at verða avgerandi fyri, um summartíð skal setast í gildi. 

Reglurnar um summartíð í øllum Evropa eru ásettar við eini fyriskipan í ES-tinginum og ES- ráðharrastovninum, og so leingi flestu lond í Evropa hava summartíð, verður skipanin eisini galdandi í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Katrina Kallsberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012