Ábyrgdarleyst at ganga krøvunum á møti

Ábyrgdarleyst at ganga krøvunum á møti
Seta onnur somu lønarkrøv sum sjúkrarøktarfrøðingarnar, kann tað kosta samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur um árið, skrivar lønardeildin
 
12.11.2017 - 14:10

Lønarkrøvini hjá sjúkrarøktarfrøðingum seta met í nýggjari tíð.

Tað er yvirksriftin í tíðindaskrivi, sum lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur sent til miðlarnar fyri løtu síðani.

Lønardeildin skrivar, at tað er væl skiljandi at fakbólkar vilja hava enn hægri løn. Men sæð í mun til miðallønarvøksturin seinastu 18 árini á 2,60 prosent, eru krøvini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingur farin um alt mark. 

Skuldi Lønardeildin fylgt lønarkrøvunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og smittaði lønarkrøvini av á aðrar lønarbólkar, so hevði tað árliga kostað samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur. Hesi krøvini eru tí ómøgulig at ganga á møti, skrivar lønardeildin.

Ábyrgarleyst at ganga krøvunum á møti

Lønardeildin vísur á, at tað hesaferð er avtalaður ein lønarkarmur í krónum, sum merkir, at lønirnar mánaðarliga hækka 1.449 krónur yvir 2 ár. Hetta svarar til, at almennu lønirnar í meðal hækka 2,3% fyrra árið og 2,5% seinna árið. Talan er um eina munandi lønarhækking, og hesin karmur merkir, at árligu lønarútreiðslurnar hjá landinum vaksa 110 milliónir krónur.

Tað hevði tí verið meira enn ábyrgdarleyst av Lønardeildini at gingið við til ein slíkan sáttmála -  bæði mótvegis øðrum lønarbólkum, eins og móti samfelagnum annars, skrivar lønardeildin. Lønardeildin vísur eisini á, at havast skal í huga, at fleiri fakbólkar við líknandi útbúgvingarstøði sum sjúkrarøktarfrøðingar hava lægri og á leið somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingar.

Munandi reallønarvøkstur síðani 2001

Seinastu 18 árini hevur lønarvøksturin hjá løntakarum undir tí almenna verið í miðal 2,6 prosent árliga. Í 2001, tá hækkingin fyri hesi árini var hægst, var vøksturin 5,0 prosent, meðan lægsti vøksturin var 0,85 prosent.

Í samband við samráðingarnar hevur verður víst á, at almennu lønirnar minkaðu við 8,5 prosentum í miðal undir kreppuni fyrst í 90’unum. Hetta er rætt, skrivar lønardeildin, men vísur á, at hetta langt síðani er hálað innaftur. 

Verður árið 2001 sett til vísitalið 100, so vóru lønirnar í 2016 hækkaðar upp í 145,4, skrivar lønardeildin, og verður vísitalið fyri prístalið eisini sett til 100 í 2001 so var talið í fjør bert komið upp á 117,3.

Samanborið við prístalsvøksturin hesi árini hevur tí verið talan um ein munandi reallønarvøkstur, skrivar lønardeildin. 

Við hesum í huga er tað við undran, at Lønardeildin sær krøvini hjá Sjúkrarøktarfelagnum, ið hesaferð eru farin so langt av leið frá nøkrum, sum sætt er í nýggjari tíð.

Lønardeildin leggur aftrat, at hon vónar, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umhugsar sína støðu og kemur aftur til samráðingarborðið,  so partarnir saman kunnu finna eina realistiska loysn á lønartrætuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012