- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin Mortensen formaður í grein 25 nevndini
14.11.2017 - 14:13
Aktuelt›Politikkur
Heðin Mortensen formaður í grein 25 nevndini
Grein 25, stjórnarskipanarnevndin, hevur skipað seg, og Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, verður formaður

Nevndin skipaði seg seinnapartin, og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, verður næstformaður.
12 fólk manna grein 25 nevndina. Stóru flokkarnir hava tvey umboð og smáu flokkarnir eitt umboð.
Føstu limirnir í nevndini eru:
Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum,
Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi,
Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum,
Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercdis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum,
Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV