Útflutningurin vaksin tíggju prosent

Útflutningurin vaksin tíggju prosent
Nøgirdnar eru minni, men krónurnar nógv fleiri
Fiskaútflutningurin er minni í tonsum, men størri í krónum.
 
21.11.2017 - 08:16

Føroyski útflutningurin var tíggju prosent størri til 1.oktober í ár enn í fjør, upplýsir Hagstovan.  

Útflutt er fyri 6,2 mia. kr.  til 1.oktober í ár.

Útflutningurin av fiski vaks 13 prosent í krónum, hóast nøgdin minkaði níggju prosent.

Fiskaútflutningurin hjá Føroyum er tvífalt størri nú enn fyri sjey árum síðani, í 2010.

Meira fiskur 

Laksaútflutningurin var næstan tríggjar milliardir krónur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 14 prosent  meira enn í fjør. 

Stórur vøkstur er eisini í uppsjóvarfiskinum. Útflutt er meira av sild og makreli. 

Uppsjóvarfiskurin er vaksin 17 prosent í virði í útflutningstølunum, hóast nøgdin er átta prosent minni.      

Botnfiskurin, toskur, hýsa og upsi, gevur eisini meira í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537