Níggju fólk skulu fremja og styrkja kjak um etikk

Níggju fólk skulu fremja og styrkja kjak um etikk
Etiska ráðið er valt og tekur við á nýggjárinum
Etiska ráðið skal styrkja kjakið um ílegukanningar.
 
05.12.2017 - 07:26

Etiska ráðið er nú valt.

Hildur við Høgadalsá, sjúkrarøktarfrøðingur, er forkvinna í ráðnum.

Hini átta, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tilnevnt, eru Steintóra Samuelsen, serlækni, politisku flokkarnir skutu upp Jógvan D. Hansen, heimspeking, Richard Schwartzson, farmaseut, og  Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeut, Jákup H. Foldbo, sosiologur, er fyri Kommunufelagið, landsstýriskvinna í almannamálum skeyt upp Leif Olsen, sosialráðgeva, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum skeyt upp Debes H. Christiansen, lívfrøðing, og landsstýriskvinnan í mentamálum mælti til at seta Marjuna Bæk, fyrrverandi sóknarprest, í Etiska ráðið.

Óheft ráð

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar um bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um heilsufakliga virksemið á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunuøkinum.

Ráðið virkar óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum ráðið viðgerð. 

Ikki er neyðugt, at ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís mál, tí endamálið er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, heldur enn at koma við avgjørdum niðurstøðum.

Etiska ráðið fer til verka á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537