Kina óttast gongdini á koreansku hálvoynni

Kina óttast gongdini á koreansku hálvoynni
Kinesiski uttanríkisráðharrin sigur, at tað ikki er óvist, at Norðurkorea fellur saman, og at flóttafólk í hópatali fara at flýggja til Kina
Mynd: TV 2 Nyhederne  
 
12.12.2017 - 15:50

Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, sigur seg bera ótta fyri gongdini á koreansku hálvoynni,og hann hevur heitt á USA og Suðurkorea um at gevast við felags hernaðarvenjingunum. Men tað hava londini noktað fyri.

Samstundis sigur hann, at Kina væntar, at kreppan herðist, og at tað ikki er óvist, at Norðurkorea fellur saman, og at tað fer at hava við sær at flóttafólk í hópatali fara at flýggja úr Norður- til Suðurkorea og víðari til Kina.

Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at myndugleikarnir í kinesiska landspartinum, Changbai, sum liggur á markinum til Norðurkorea, eru farnir undir at fyrireika seg til at taka ímóti flóttafólkum úr Norðurkorea, og at fimm pláss skulu fyrireikast til flóttafólk í fyrsta umfari.

Samstundis ganga tíðindi um, at eisini í býunum Tumen og Hunchun eru myndugleikarnir farnir undir at fyrireika seg at taka ímóti flóttafólkum. Fólk, sum vanliga flýggja úr Norðurkorea, koma vanliga til teir býirnar, áðrenn tey fara til onnur lond í landsynningspartinum av Asia.

Markið ímillum Kina og Norðurkorea er 1400 kilometrar, og tað eru bert 100 kilometrar frá kinesiska landspartinum, JIlin, til tað økið í Norðurkorea, har kjarnorkuroyndarspreingingar hava verið.

Í farnu viku var kinesiski varauttanríkisráðharrin í USA, har hann kunnaði seg um støðuna ímillum USA og Norðurkorea, men hvat kom burturúr, er ikki greitt.

Myndugleikarnir í Norðurkorea smæðast heldur ikki burtur í orðadráttinum, haðani eru boðini, at kríggj brestir á, spurningurin er bara nær. Vit vilja ikki hava kríggj, men vit fara ikki at fjala okkum, eru greiðu boðini frá norðurkoreanska uttanríkisráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012