Reaktiónir uppá samtyktina

bannari
Reaktiónir uppá samtyktina
Reiðarin Anfinn Olsen, landsstýrismaðurin Poul Michelsen, fiskimálaráðharrin Høgni Hoydal og andstøðulimurin Bill Justinussen í løgtinginum í gjár
Anfinn Olsen, reiðari, eri ikki vísur í, hvat nú fer at henda við kvotum hansara
 
13.12.2017 - 12:51

Umstrídda nýskipanin varð júst samtykt - við Bill Justinussen sum 18. atkvøðu - og nú skuldi støðan gerast upp.

Anfinn Olsen, reiðari, heldur, at úrslitið kundi verið verri, men enn veit hann ikki heilt, hvussu umstøðurnar fyri hansara virksemi verða 1. januar:

- Eg hugsi um kunngerðina up uppboðssølu, eg hugsi um kunngerðina um toskakvotientar, um antitrust, um tilfeingisgjøld. Alt hetta hongur enn í nokkso leysum lofti. Eg veit bara ein ting, og tað er tað, at tær kvoturnar, sum eg havi havt, tær eru minkaðar við sirka 20%. Síðani veit eg ikki, hvussu tey prosentini, sum eg havi eftir, skulu húsast. Eg veit heldur ikki, um eg sleppi at bjóða á uppboðssølu, tí tað fer uppboðssølukunngerðin at vísa, segði Annfinn Olsen.

Menningarkvoturnar lokkaðu Bill

Bill Justinussen, andstøðutinglimur í Miðflokkinum, atkvøddi heldur óvæntað saman við samgonguni í gjár. Hann frøist um, at dyr nú verða gloppaðar, so nýggj vinnulívsfólk sleppa framat. Og hann heldur, at nýskipanin kann gerast tryggur karmur um høvuðsvinnuna í Føroyum. Spurdir um, hví menningarkvoturnar eru so góðar, svaraði hann:

- Tað er tað, at onnur enn tey, sum eru í vinnuni í dag, kunnu fáa kvotur fyri einki. Soleiðis sum 75% verða útlutað í dag fyri einki, so kunnu tey, sum ikki eru í vinnuni í dag ella bara lutvíst eru, kunnu fáa fatur í menningarkvotum uttan at gjalda fyri tað.

Poul fegnast um liberala partin

Nei, menningarkvoturnar eru reinur planbúskapur. Tað er greiða støðan hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum eisini harmast um, hvussu lítil uppboðssølan er vorðin. Tó frøist hann um, at prísurin á uppboðssøluni eisini partvíst skal brúkast til tað, sum reiðarar skulu rinda fyri stóra partinum av tilfeinginum, sum teir fáa útlutað. Men menningarkvoturnar smakka øgiliga illa í munninum hjá Poul Michelsen:

- Tað sum vit hava havt øll hesi árini, tað er planbúskapur. Eg havi ongantíð hildið, at tað liberala elementið hevur verið í tí fiskivinnuni, sum vit hava havt, segði hann og legði afturat, at tað enn er planbúskapur.

- Men vit hava fingið marknaðarpartin við, so tað liberala elementið, sum í heila tikið er komið inn, er í hesum uppskotinum, sum ikki hevur verið í 10 ár, segði Poul Michelsen og sipaði til uppboðssøluna, sum nú er fastur partur av skipanini av sjófeingi. 

Bjartskygdur landsstýrismaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður fór til verka við setninginum úr samgonguskjalinum um at gera eina marknaðargrundaða fiskivinnuskipan. Hetta verður tó av summum nú rópt sum eitt neyðaregg. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur, at fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur møguliga at gerast ein varandi skipan:

- Tað hava verið nógv fólk, sum hava sett nógv spjaldur á hetta. Uppskotið var frá byrjan av ein roynd at fáa eina semju og hevur nakrar høvuðstættir í sær, sum framvegis eru í øllum uppskotinum, og sum eru øgiliga týdningarmikil fyri eina varandi fiskivinnunýskipan. Nakrir av lutinum eru so minkaðir og hækkaðir til tess at fáa semjur. (...) Alt eftir hvørji eygu, sum síggja og, hvussu gongdin verður, so haldi eg, tað hevur allar tættirnar í sær til at kunna blíva ein varandi skipan, sum sjálvandi eisini verður eftirmett á hvørjum ári. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012