Verkbann: Onga løn fyri at ansa børnum

Verkbann: Onga løn fyri at ansa børnum
Eingir kommunalir barnaansingarstovnar lata upp í morgun, tí verkbann er lýst
 
14.12.2017 - 09:30

Ta avgerðina tóku kommunurnar mánadagin, eftir at Føroya Pedagogfelag lýsti verkfall frá týsmorgni fyri leiðarar, varaleiðarar og samskiparar, og týsmorgunin fóru umleið 160 fólk í verkfall.

Á fundi mánadagin tóku kommunurnar avgerð um, at senda øll starvsfólk á ansingarstovnum og frítíðarskúlum til hús.

Og verkbannið er galdandi frá í morgun.

Herða verkfallið leygarmorgunin

Í gjár gjørdi Føroya Pedagogfelag av at herða verkfallið til eisini at fevna um allar limir, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. 

Víðkaða verkfallið kemur í gildi leygarmorgunin klokkan 8.

Fólk, sum vera heima hjá børnunum, tí verkbann er lýst móti limunum í Pedagogfelagnum, fáa ikki løn, uttan so at fráveran er lóglig, so sum sjúka.

Onga løn at ansa børnum

Fólk kunnu eisini brúka frídagar ella avspáking.

Men eru fólk heima bara fyri at vera hjá børnunum, fáa tey ikki løn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum er arbeiðsgevari hjá teimum alment løntu.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur somu støðu.

Felagið sigur við limir sínar, at sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, tí at fólk ikki fáa síni børn ansað.

Gjørt verður tí vart við, at fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí tey onga barnaansing hava, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860