Verkfallið heldur fram

Verkfallið heldur fram
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur í morgun, at Almannaverkið ger støðuna upp klokkan níggju.
 
19.12.2017 - 09:10

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum móti Almannaverkinum heldur fram.

Tað eydnaðist ikki teimum løgtingsfólkum, sum royndu at fáa undirtøku fyri einum uppskoti um við lóg at áleggja Pedagogfelagnum at geva Almannaverkinum tey undantøk, sum tað biður um, at fáa nóg nógvar undirskriftir fyri at leggja uppskotið fram. Sambært stjóranum á Almannaverkinum, Edvard Heen, er støðan á fleiri av stovnunum undir Almannaverkinum hættislig. 

Vit tosa við hann í tíðindunum klokkan tíggju.

Verkbann heldur eisini fram

Verkbannið, sum Kommunala arbeiðsgevarafelag setti í verk hósmorgunin, heldur eisini fram.

Felagið sigur, at verkbannið skal skiljast sum eitt svar til verkfallið, sum Pedagogfelagið lýsti at koma í gildi fyri einari viku síðani.
 
Tað verkfallið umfatar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012