Gera nú rundkoyringina

Gera nú rundkoyringina
Tunnilsliðið hjá NCC hevur borað góðar tríggjar kilometrar av Eysturoyartunlinum, og nú tekur rundkoyringin skap
Rundkoyringin í Eysturoyartunlinum byrjar at taka skap
Mynd: NCC i Norge  
 
20.12.2017 - 14:27

Fyri umleið einum ári síðani byrjaði arbeiði við Eysturoyartunlinum, ið knýtir Streymoynna og Eysturoynna saman. 

Í dag eru góðir 1.454 metrar boraðir á Hvítanesi og 1.605 metrar á Strondum. Ætlanin er, at tunnilin skal verða liðugur í 2020, og tá verður tunnilin góðar 11 kilometrar langur. 

Í síðstu viku byrjaði spreingingin við rundkoyringina á Eystursíðuni. Tað er eisini rundkoyringin, ið ger arbeiði serstakt, tí tað er sjáldsamt at gera rundkoyringar í tunlum. Hetta tí at 12.000 kubikmetrar av fjalli skulu spreingjast og burturbeinast, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá NCC

Fyri nøkrum døgum síðani legði NCC i Norge eina mynd út Facebook-vanga felagsins, har tað ber til at síggja, hvussu arbeiði við rundkoyringini er byrjað. 

Til ber eisini at síggja fleiri myndir frá boringini á Facebook-vanganum hjá NCC í Norra. Finn vangan her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012