Jól við listarligum íblástri

Jól við listarligum íblástri
Manglar tú at keypa tær síðstu jólagávurnar, møguliga til ein, ið hevur alt? Her fært tú nøkur boð uppá jólagávur við listarligum íblástri
Plátan frá Heiðriki á Heygum ella kanska eina glitrandi gávu frá Ragnhild Dam?
 
21.12.2017 - 12:15

Manglar tú at finna tær síðstu jólagávurnar, men tú veitst ikki, hvat tú skalt keypa? Tað er allarhelst ein kensla, sum tey flestu kenna. Kinna Poulsen, listaummælari og bloggari, gevur her síni boð uppá nakrar jólagávur við føroyskum listarligum íblástri, sum tú kanst geva til tann, sum eigur alt. 

 

Heldur tú, at jólini hava lyndi til at gerast ein ovurmaterialistisk og grunn forbrúksfest, so er kanska tíð uppá at satsa meira listarliga, tá tú keypir jólagávur. List og design leggur upp til djúptøkni ella stimbrar okkum fagurfrøðiliga, og nógvir eru gávumøguleikarnir á økinum. Her eru nøkur uppskot. 

 

Keyp eina plátu 

Tað ber bara til um viðkomandi eigur ein plátuspælara, sjálvandi. Men ein pláta er altíð ein góð listagáva, hvørs virði í grundini ikki verður gjørt til einkis av tónleikaveitarum á netinum sum Spotify o.l. Í sambandi við gávur er tað enn sum áður tankin ella ætlanin við henni, sum telur, og tí er tað nakað serligt at fáa eina plátu frá onkrum, sum viðkomandi hevur hugsað, at tú skalt seta teg niður at lurta eftir. Tað finnast nógvar góðar plátur, eg veit ikki um nýggja útgávan, As the sun sinks down hjá Ragnari Finnson er komin á vinyl, men sangurin, ið varð spældur í Útvarpinum, er góður. Eisini er Funeral hjá Heiðriki á Heygum framhaldandi vøkur, djúp og løtt at lurta eftir.  

 

Myndlistagávan 

Myndlist er ofta lutfalsliga dýr. Í øllum førum tá talan er um oljumálningar, bronsustandmyndir og annað tílíkt. Men myndlist úr pappíri, leiri ella øðrum tilfari kann eisini vera góð og munandi bíligari. Hanni Bjartalíð hevur fyri stuttum gjørt nøkur gávuprent í Steinprent til grafikkáhugafelagið Steinbrá. Myndevnisliga fevna tær um nakrar ymislittar fløskur, ið standa í fleiri røðum sum ein dekorativ, spræklig og vøkur heild. Øll kunnu gerast limir í Steinbrá og á tann hátt fáa steinprent sum tað hjá Hanna Bjartalíð fyri 500 krónur. 

 

Glitrandi gávur 

Nógvum dámar at fáa smykkur í jólagávu. Eg haldi sjálv, at tað er meira romantiskt at fáa eitt vakurt hálsprýði ella oyralokkar enn at fáa okkurt nyttugt til køkin til dømis. So líðandi eru fleiri føroyskir smykkudesignarar á marknaðinum, sum gera prýði, ið kosta meira og minni og har kann mann velja tað, mann hevur ráð at keypa. Ragnhild Dam ger smykkur í einføldum, men fyndugum sniði við smáum silvurkúlum. Hon setir saman pussað og oksiderað silvur, og í staðin fyri at vera slættar og geometriskt rundar, eru hennara smykkur buglutar og fjálgar. 

 

Bókagávan 

Bøkur eru altíð góðar gávur. Staðfest er, at vit gerast alsamt eldri, tí vit halda kroppin við líka, men hvussu er við høvdinum? At lesa er gott, og tað finnast so ómetaliga nógvar góðar bøkur. Um vit hyggja at teimum føroysku, er nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen; Sær/ein fuglabók av gloymsku eitt gott boð. Keypir tú til onkran, sum ikki hevur tíð til drúgvan skaldsøgulestur, vel so tað stórbæra Gudahøvdið hjá Jóanesi Nielsen ella Lýtt lot, fyrsta modernistiska yrkingasavnið, sum Guðrið Helmsdal Nielsen læt úr hondum í 1963, og sum Sprotin hevur endurútgivið. Og skal tað ikki vera ov fínlitterert, so hava vit eisini fleiri føroyskar krimihøvundar at velja ímillum. Endurnýtsla er skilagóð og í handlinum hjá Reyða Krossi í Vágsbotn finnast góðar bókagávur fyri bert 5 krónur fyri hvørja. 

 

Ein listauppliving í jólagávu 

Um tú skalt keypa eina gávu til hann ella hana, ið eigur alt, og sum ikki tímir at eiga meira, ja so ber til at keypa eina listauppliving. Nógva staðni ber til at keypa gávukort til biografbillettir, konsertbillettir osfr. Tjóðpallur Føroya hevur eisini reklamerað við møguleikanum og tað haldi eg av sonnum er ein fantastisk gáva at fáa. Sonevnda Kærleikskúlan, sum er ein lítil prýðislutur, ið øll kunnu finna rúm fyri, er eisini eitt gott gávuhugskot. Guðrið Poulsen sniðgav ársins Kærleikskúlu, hon kostar 400 krónur og allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving.  

 

Ull er Føroya gull 

Um vit halda fast í hasi hugsanini um, at tað er tankin, sum telur, er tað kanska ikki so galið at geva okkurt, sum hitar, sum er mjúkt, fjálgt og lekkurt t.d. at seta seg á. Seyðaskinnið hevur fingið eina renesansu, nógvum dámar at hava seyðaskinn til prýði í stovum og kømrum. Ein jólaklassikari er bundna troyggjan, og hevur mann ikki sitið við stokkum í vikur og mánaðar, ber til at keypa seg burturúr tí og t.d. keypa eina jólareyða troyggju frá Steinum. Tær fáast saman við nógvum øðrum sniðgávum hjá Østrøm, har eisini minni gávur fáast fyri færri pengar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012