Kæran frá Norðlýsinum verður umrøtt í næstum

Kæran frá Norðlýsinum verður umrøtt í næstum
Kæran frá Norðlýsinum um Heilsu- og Innlendismálaráðið verður sett á skrá fyri komandi fund í Landsstýrismálanevndini.
 
04.01.2018 - 12:01

Norðlýsið biður Landsstýrismálanevndina um at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið at virða niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni í einum innlitsmáli um, hvussu nógv evnafrøðilig evni verða brúkt av alivinnuni í einstøku alifirðunum.

Landsstýrismálanevndin hevur nú sett kæruna á skrá. 

- Harvið er ikki sagt, at nevndin fer at viðgera málið. Men á næsta fundi fara vit at taka støðu til, um vit skulu taka tað upp sum eitt mál, sigur Magnus Rasmussen, formaður.

Norðlýsið fílist á, at Umboðsmaðurin "gav skarvin yvir", sum blaðið orðar seg, tí aðalráðið vildi ikki viðgera umbønina um alment innlit av nýggjum, hóast Umboðsmaðurin segði, at málsviðgerðin als ikki var nøktandi.

Friðarligt er í løgtinginum í hesum døgum. Eingin tingfundur er ásettur enn, og næsti fundur í Landsstýrismálanevndini er heldur ikki ásettur. Landsstýrismálanevndin fer tó at hava fund, møguliga í næstu viku og í øllum førum innan tvær vikur, sigur Magnus Rasmussen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444