Trump hóttir Bannon við sakarmáli

Trump hóttir Bannon við sakarmáli
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú fyrrverandi ráðgeva sín, Steve Bannon, við sakarmáli.
 
04.01.2018 - 13:46

Hóttanin kemur, tí Steve Bannon skírir sonin hjá Trump forseta landasvíkjara. Donald Trump Junior hevði fund við tríggjar limir í russisku stjórnini undir amerikanska valstríðnum í 2016, fortelur Bannon í bókini, sum snýr seg um lívið í Hvítu Húsunum við Donaldi Trump sum forseta.

- "Tríggir royndir menn í valtoyminum hildu tað vera eitt gott hugskot at hittast við eini útlendskari stjórn í Trump Tower í fundarhølinum á 25. hædd. Við ongum advokatum. Teir høvdu ongar advokatar hjá sær," verður Steve Bannon endurgivin fyri at siga í bókini Fire and Fury inside the Trump White House, sum Michael Wolff hevur skrivað.

Advokaturin hjá forsetanum, Charles Harder, sigur í dag, at Steve Bannon hevur brotið tagnarskyldu og kann ákærast fyri ærumeiðing av forsetanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444