Neistin framvegis oddalið í fremstu deildini

Neistin framvegis oddalið í fremstu deildini
Kyndil vann í gjárkvøldi stórsigur móti føroyameistarunum úr H71.
 
07.01.2018 - 10:10

Í fremstu hondbóltsdeildina hjá monnum vann Kyndil í gjárkvøldi stórsigur móti føroyameistarunum úr H71.

Úrslitið í høllini á Hálsi í gjárkvøldi gjørdist 25-13 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 14-7.

Fyrr í gjár vann Neistin 26-23 móti Team Klaksvík. Tann dysturin var eisini spældur í høllini á Hálsi.

Og í Vestmanna vann VÍF 27-24 móti KÍF.

Neistin er framvegis oddalið í fremstu hondbóltsdeildini hjá monnum.

Neistin hevur 24 stig fyri 15 dystir. H71 hevur 21 stig fyri 15 dystir, og Kyndil er á 3.plássi við 15 stigum fyri 14 dystir. VÍF hevur 14 stig fyri 13 dystir, og Team Klaksvík hevur 12 stig fyri 15 dystir.

Niðast eru StÍF og KÍF, sum hava 7 stig í part fyri 14 dystir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012