USA verður heimsins størsta oljuland

USA verður heimsins størsta oljuland
Um stutta tíð verður USA heimsins størsta oljuland, upplýsir altjóða orkustovnurin IEA
 
20.01.2018 - 14:40

Um stutta tíð fer USA at selja meir enn 10 milliónir tunnur av olju um dagin - og tað verður í ár.

Tað upplýsir altjóða orkustovnurin, IEA.

Bara í ár fer útflutningurin av olju úr USA at hækka við 1,1 milliónum tunnum um dagin.

Og IEA sigur seg hava varhugan av, at amerikanska sølan av olju úr USA um stutta tíð verður hægri enn sølan, bæði úr Saudiarabia og Ruslandi.

Í desember lækkaði sølan av olju við góðum 400.000 tunnum dagin, tað kom av minni sølu úr Venezuela og úr Norðsjónum.

Sølan hjá Venezuela er støðugt minkað seinastu árini, og í desember var sølan 1,6 milliónir tunnur um dagin. Sølan nú er ikki meir enn helvtina av søluni hjá Venezuela í 1999, tá fyrrverandi forsetin, Hugo Chaves tók við valdinum í landinum.

Støðan í Venezuela er ógreið, og tí er torført at gera metingar av oljusøluni, upplýsir altjóða orkustovnurin.

IEA væntar økta sølu úr londum sum Brasil og Kanada, meðan sølan úr øðrum londum, eitt nú Mexico og Kina, fer at minka í ár. Men eftirspurningurin eftir olju fer at hækka upp í umleið 100 milliónir tunnur um dagin í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860