Sonja spyr um fyritíðarpensjónistar

bannari
Sonja spyr um fyritíðarpensjónistar
Hon spyr, nær fyritíðarpensjónistar fáa tær 1.000 krónurnar, sum teimum varð lovað fyri jól, og sum landsstýriskvinnan upplýsti fyri tinginum
 
07.02.2018 - 10:02

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer í dag at svara einum munnligum fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um fyritíðarpensjónir.

Hon spyr, nær fyritíðarpensjónistar fáa tær 1.000 krónurnar meira um mánaðin, sum teimum varð lovað fyri jól, og sum landsstýriskvinnan upplýsti fyri tinginum.

Sonja Jógvansdóttir spyr eisini, hví ongar koyringar eru gjørdar av møguligum avleiðinum í sambandi við lógarbroytingina, og hví einki samskifti er millum aðalráð og stovnar um avleiðingar, tá lógarbroytingar verða gjørdar.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at tá fyritíðarpensjónirnar vórðu goldnar í januar, var ógvuliga misjavnt, hvat fólk fingu útgoldið. Nógv hava bara fingið ein brotpart av hækkingini í fyritíðarpensjónini, sum teimum varð lovað, sigur Sobja Jógvansdóttir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444