Drápsmaður varðhaldsfonglaður

Drápsmaður varðhaldsfonglaður
Ein dómstólur í Florida hevur varðhaldsfongslað ein 19 ára gamlan mann, sum verður hildin at hava skotið og dripið 17 fólk á einum skúla í Florida
 
16.02.2018 - 07:38

Maðurin er varðhaldsfongslaður, og møguleiki er ikki at fáa hann leysan við veðhaldi.

Verjin hjá skuldsetta manninum mótmælti ikki avgerðini hjá dómaranum.

17 fólk doyðu, og í minsta lagi 14 vórðu særd, tá maðurin skeyt eftir teimum á Marjory Stoneman Douglas High School.

Samveldisløgreglan, FBI, fekk eina fráboðan um, at ein brúkari á Youtube, sum  nýtti navnið Nikolas Cruz, hevði lagt eitt video-brot á heimasíðuna.

Nú siga bæði løgreglan og amerikanskir miðlar, at varðhaldsfongslaði maðurin eitur Nikolas Cruz.

Í video-brotinum segði hann, at hann vildi vera professionellur skúla-álopsmaður.

FBI kannaði málið, men kundi ikki staðfesta samleikan hjá manninum, og hvar hann helt til.  

Tað, sum er farið av hesum árinum, hava 18 skottilburðir verið í ella uttan fyri amerikanskar skúlar. 

Tilsamans 23 skúlanæmingar, lesandi og lærarar hava latið lív.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860