Finnland við í friðarvarðveitandi átøkum

Finnland við í friðarvarðveitandi átøkum
Nú um vikuskiftið hava tíggjutals leiðarar úr øllum heiminm verið á heimsins størsta toppfundi í Múnchen at viðgerða trygdarspurningar
Sauli Niinistø, forseti Finnlands
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
18.02.2018 - 17:20

Bæði politiskir og hernaðarleiðarar og trygdarstjórar úr øllum heiminum eru við á ráðstevnuni.

Finski forsetin, Sauli Niinistø sigur, at Finnland eigur at verða við í friðarvarðveitandi átøkum í eystur Ukreina. Tað segði hann við journalistar á trygdarráðstevnuni í Múnchen.

- Tað er spuringur um størsta trupulleikan í Ukreina, og tað tykist, sum roynt verður at loysa hann. Finnland eigur at verða við bæði mentalt og fysiskt, segði Niinistø.

Slaka í tiltøkum

Á ráðstevnuni er sett fram uppskot um friðarvarveitandi átøk í ST-høpi í eystur Ukreina.

Týski uttanríkisráðharrin, Sigmar Gabriel, segði í talu síni í morgun, at slakast kann í tiltøkunum móti Russlandi, um semja fæst um friðarvarðveitandi tiltøk.

Fyrrverandi aðalskrivarin í Nato, Anders Fogh Rasmussen, hevur skotið upp at savna eina friðarvarðveitandi deild frá londum, sum ikki eru limir í Nato, - til dømis úr Finnland, Svøríki og Eysturríki.

Á ráðstevnuni hevur eisini verið kjakast um støðuna í Miðeystri og hóttanin við kjarnorkuvápnum frá NorðurKorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860