Trump við revsitiltøkum móti Norðurkorea

Trump við revsitiltøkum móti Norðurkorea
Á tíðindafundi um vikuskiftið boðaði Trump frá, at USA fer at seta í verk størstu handilsligu revsitiltøkini nakrantíð framd ímóti einum landi
 
26.02.2018 - 08:45

Amerikanski forsetin Donald Trump roynir nú enn einaferð at leggja trýst á Norður Korea. 

Á tíðindafundi um vikuskiftið boðaði Trump frá, at USA fer at seta í verk størstu handilsligu revsitiltøkini, sum nakrantíð eru framd ímóti einum landi, - ímóti Norður Korea.

Ikki bara Norðurkorea

Ítøkiliga fer USA at seta í verk tiltøk móti meira enn 50 virkjum og reiðaríum úr níggju londum, sum hava samband við skipaferðslu til og úr Norðurkorea. 

Hesar fyritøkurnar hjálpa, sambært Donald Trump, stýrinum í Norðurkorea at sleppa undan handilstiltøkunum, sum longu eru sett í verk ímóti Norðurkorea. Revsitiltøkini skulu sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum gera tað torførari hjá Norðurkorea at flyta kol og brennievni sjóvegis í altjóða sjógvi.
 
Men revsiátøkini fara ikki bert at raka Norðurkorea. USA fer at kvetta handilssambondini við fyritøkur, sum fíggja kjarnorkuroyndarspreingingarnar hjá Norðurkora, sigur Sara Sanders, talskvinna í Hvítu húsunum.

Hon leggur afturat, at hóttanin frá Norðurkorea er ikki bara ímóti USA, men ímóti øllum heiminum, og hon mælir tí londunum, sum eru í samgongu við USA, um at halda handils-revsiátøkini. 

Kina vil strika tiltøkini

Tvær av fyritøkunum, sum verða raktar av revsiátøkunum, eru kinesiskar, og í Kina eru tey ikki fegin um boðanina hjá Donald Trump. 

Kinesiski uttanríkisráðharrin vísur á, at kinesiska stýrið altíð hevur hildið tiltøkini, sum ST hevur sett í verk móti Norðurkorea, og tí finst Kina harðliga at USA í hesum máli og krevur, at revsitiltøkini verða strikað alt fyri eitt, sigur uttanríkisráðharrin. 

Sambært The Independent hava handilssambondini millum Kina og Norðurkorea síðani 2014 ongantíð verið so vánalig. Kina er tó framvegis størsti handilssameindi hjá Norðurkorea.

Norðurkorea vil samráðast

Men glotti er fyri framman. Sambært suðurkoreisku stjórnini er Norðurkorea tilreiðar at fara undir samráðingar við USA. 

BBC sigur, at hetta kom fram á fundi millum norðurkoranska herleiðaran, Kim Yong-chol, og suðurkoreanska forsetan, Moon Jae-in, beint undan enda-hátíðarhaldinum í OL í Pyeongchang.

Á tí fundinum samdust Suður- og Norðurkorea um at londini skulu tosa saman, og at viðurskiftini millum NorðurKorea og USA skulu bøtnast, stendur í fráboðan frá forsetaskrivstovuni í Seoul.

Men USA hevur sett sum treyt, at Norðurkorea skal vísa tekin um, at landið minkar um kjarnorkubúgvingina, áðrenn londini kunnu tosa saman, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860