Stjórnarfundur útsettur í Katalonia

Stjórnarfundur útsettur í Katalonia
Katalonska tingið hevur aftur útsett ein fund um at skipa stjórn. Ætlanin var, at fundurin skuldi vera í dag, men hann er útsettur í óásetta tíð
 
12.03.2018 - 09:08

Tað skrivar týska tíðindastovan, Dpa.

Orsøkin er, at spanski grundlógardómstólurin hevur víst aftur at lata loysingarmannin, Jordi Sanchez, leysan. Hann er í uppskoti at gerast forseti í Katalonia.

Sanchez er skuldsettur fyri at hava eggjað til uppreistur, og hann er varðhaldsfongslaður.

Grundlógardómstólurin heldur, at verður Sanchez latin leysur, er vandi fyri, at hann fer at fremja somu gerðir, sum høvdu við sær, at hann varð handtikin.

Jordi Sanchez varð tikin í oktober, tá politiska stríðið í Katalonia var í hæddini. Táverandi forsetin, Carles Puigdemont flýddi til Belgia, og har er hann enn.

Puigdemont hevur síðani boðað frá, at hann hevur slept ætlanini um at gerast forseti aftur í Katalonina.

Í gjár gingur fleiri túsund katalonar kravgongu í Barcelona við kravi um, at tey fólkavaldu skipa eina stjórn, sum skal arbeiða fyri loysing frá Spania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537