Trygg landgongd er vanligt krav har skip leggja at

Trygg landgongd er vanligt krav har skip leggja at
Strandfaraskip landsins fingu í fjør at vita, at lendingarviðurskiftini í Fugloynni eru ikki nóg góð
Ritan lossar í Fugloynni.
 
13.03.2018 - 12:55

Skipanir finnast, sum fáa fólk trygt í land og trygt umborð, hóast umstøðurnar eru tær somu sum á útoyggj í Føroyum.

Strandferðslan átti at kanna hesar skipanir, fekk stovnurin at vita í fjør.

Strandfaraskip landsins vórðu longu í fjør ávarað um lendingarviðurskiftini í Fugloynni.

Stovnurin fekk í mai í fjør eina støðulýsing um flotan frá ráðgevarafyritøkuni Knud E. Hansen.

Í henni verður sagt millum annað um Rituna, at so at siga ongantíð er kyrt í Fugloynni.

Og har má stígast beinleiðis um borð ella í land, meðan Ritan ofta livir nógv bæði upp og niður og inn og út.

Passa sær løgir

Fólk skulu tí passa sær løgir, stendur í frágreiðingini hjá Knud E. Hansen.

Tað er tí umráðandi, at ein av manningini og eitt fólk á landi altíð eru til staðar at taka hond í og vegleiða. 

Vanligt krav í sambandi við atgongd til skip í havn er ein trygg landgongd við gelendarum á báðum síðum og trygdarneti undir. 

Hetta verður kravt í tryggari havn, har skipið at kalla ikki rørir seg. 

Tað kann tí tykjast løgið, at fólk, og nú eisini fremmand ferðafólk, skulu passa sær løgir at leypa millum skip og lending uttan landgongd, gelendara ella trygdarnet. Og skipið er ikki so frægt sum bundið, tí tað livir ov mikið. 

Skipanir eru

Frágreiðingin sigur eisini, at soleiðis hevur verið í áratíggju, uttan at stórvegis skaði er hendur. 

Men havast má í huga, at higartil hava fólk ferðast, sum eru von við hesi viðurskifti á útoyggj.

Skipanir finnast, har fólk trygt kunnu ferðast millum skip og land, hóast nógv run er í sjónum. 

Til dømis í sambandi við atkomu til vindmyllur til havs. 

Kanska Strandferðslan skuldi hugt at slíkum skipanum fyri at vita, um nakað slíkt kann brúkast við lendingar á útoyggj í Føroyum, stendur í frágreiðingini frá Knud E. Hansen í fjør.

Vanlukkan á Kirkju

Sunnudagin fór 60 ára gamli Sjúrður Gullaksen úr Hattarvík niðurímillum, tá hann skuldi um borð á Rituna á Kirkju. Hann doyði av hendingini.

Líkskurður verður nú í vikuni.

Skaðanevnd er komin úr Danmark at kanna tilburðin.

Strandfaraskip landsins hava ongar viðmerkingar, fyrr enn kanningarnar eru lidnar, og sjófrágreiðing hevur verið um vanlukkuna á Kirkju sunnudagin.

Ritan legði ikki at í Hattarvík sunnudagin, tí nógvur vindur var av eystri.

Tá lívir á Kirkju.

Strandfaraskip landsins fara at biðja um sjófrágreiðing um vanlukkuna á Kirkju sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012