Tøkniligar avbjóðingar við óstøðugum stroymi

Tøkniligar avbjóðingar við óstøðugum stroymi
Skjótt vaksandi hyggjaraskarin á kvf.fo, hevur við sær tøkniligar avbjóðingar, sum vísa seg truplari at loysa, enn fyrst hildið
Fleiri og fleiri hyggja eftir Degi & viku á netinum
 
15.03.2018 - 18:27

Seinastu tvey árini er talið av hyggjarum, sum velja at stroyma sendingar okkara, vaksið við rúkandi ferð. Tíverri  hevur tað havt við sær, at stroymingin hevur verið óstøðug. Trupulleikin við óstøðugum stroymi sæst serliga, tá ið Dagur og Vika er á skránni. Kringvarpið hevur fingið nýggja og munandi máttmiklari útgerð, sum er av sama slagi sum gamla útgerðin. Fyrr í ár varð nýggja útgerðin sett til og tikin í nýtslu, men tað vísti seg skjótt, at trupulleikar vóru við óstøðugum sambandi. Vit hava eina tíð arbeitt saman við veitaranum við at loysa trupulleikan, men hetta er ein trupul tilgongd.

Páskir

Væntandi verður nýggja útgerðin sett til aftur áðrenn páskir, so stroymingin aftur verður støðug. 

Vit biðja hyggjarar okkara halda okkum til góðar. 

Sendið endiliga viðmerkingar til okkum á facebookvangan hjá Kringvarpinum ella á eina av teldupostadressunum her á síðuni. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444