Sissal Kristiansen fekk norðurlendska herðaklappið

Sissal Kristiansen fekk norðurlendska herðaklappið
Mótasniðgevin Sissal Kjartansdóttir Kristiansen fekk í dag norðurlendska herðaklappið frá Norrøna Felagnum í Føroyum
Sissal Kristiansen móttók ársins norðurlendska herðaklapp frá Norrøna Felagnum
Mynd: Norrøna Felagið  
 
23.03.2018 - 13:07

Tað stendur í tíðindaskrivi frá Norrøna Felagnum, sum á fjórða sinni hevur heiðrað einum føroyingi, ið hevur verið við til at kunna um norðurlond í Føroyum ella Føroyar í Norðurlondum.

Herðaklappið verður altíð givið á Norðurlandadegnum, 23. mars.

Í grundgevingini fyri herðaklappið skrivar felagið, at Sissal fær heiðurin fyri at hava sett føroyska samleikan inn í tær vørur, hon skapar við fyritøkuni Shisa Brand.

- Shisa og Sissal hava á sín egna hátt dugað at gagnnýtt tað serføroyska og sett tað inn í ein annan, oftani rættiliga modernaðan samanhang. Oftast kennir tú tað serføroyska aftur í mynstrinum ella sniðinum, segði Turid Christophersen millum annað, tá hon gav Sissal herðaklappið.

Hinir móttakararnir av norðurlendska heraklappinum eru:

2015: Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur

2016: Leiv Sørensen, kokkur

2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til svensk-føroyska orðabók

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860