Málið um íbúðir á Frúutrøð aftur í nevnd

Málið um íbúðir á Frúutrøð aftur í nevnd
Tórshavnar býráð tók ikki støðu til ætlaðu íbúðabyggingina á Frútrøð á fundinum hóskvøldið.
 
26.03.2018 - 09:06

Borgarstjórin skeyt upp at beina málið aftur í Byggi-og býarskipanarnevndina og í Teknisku nevnd. Hetta uppskotið varð einmælt samtykt. 

Tey, sum bjóða upp á verkætlanina hjá Tórshavnar kommunu um 50 íbúðir á Frúutrøð, binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir og fríøki.

Hesin hátturin at bjóða eina verkætlan út er ikki royndur fyrr í kommununi. Tey, sum bjóða, skulu helst vera eitt toymi.

Í toyminum skulu vera ráðgevar, umboð fyri byggivinnuna, íleggjarar og fólk ella fyritøkur, sum kunnu umsita leiguíbúðirnar. 

Ætlanin er at bjóða optiónina, forkeypsrættin, ella verkætlanina, út alment í undangóðkenning.

Virkandi tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og virkandi býararkitekturin hjá Tórshavnar kommunu mæla til at bjóða Frúutrøð út í optión til íbúðabygging.

Tekniska nevnd tekur undir við hesum, men tó við teirri treyt, at kloakkskipanin verður fíggjað við pengum, sum fáast fyri at selja Frúutrøð, og at kommunan útvegar 41 nýggj bilpláss fyri tey, sum nú eru á Frúutrøð. 

Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá umsitingini, og tað ger meirilutin í Fíggjarnevndini eisini.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, tekur undir við Teknisku nevnd og mælir býráðnum til at samtykkja málið við teirri treyt, sum nevndin hevur ásett um kloakk og bilpláss umframt teirri treyt, at tað bara skal verða loyvt at byggja tríggjar hæddir.

Málið er nú aftur í Byggi-og býarskipanarnevndini og í Teknisku nevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902