Metlágt saltinnihald í havinum

06.04.2018 - 07:58
AktueltSamfelag
Metlágt saltinnihald í havinum
Saltinnihaldið í Banka-rennuni var metlágt á heysti 2016, meðan metlágt saltinnihald var mátað norðan fyri Føroyar á heysti 2017
 
 


Tá Havstovan fyri einum ári síðani gjørdi árið upp fyri 2016 sást, at saltinnihaldið á opnum havi, eins væl og á Landgrunninum, var metlágt frá septembur til desembur 2016. Nú eru seinastu mátingarnar fyri 2017 gjørdar upp sum vísa, at lága saltinnihaldið helt fram alt 2017.

Hetta skrivar Havstovan. 

Havstovan mátar hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3-4 ferðir um árið. Mátingarnar vísa, at miðal saltinnihaldið fyri 2017 var metlágt bæði vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri. 

Saltinnihaldið í Banka-rennuni var metlágt á heysti 2016, meðan metlágt saltinnihald var mátað norðan fyri Føroyar á heysti 2017.

Meira er at lesa um hesar mátingarnar á heimasíðuni hjá Havstovuni sum er hav.fo.


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andakt við Óla Poulsen
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376