Sjónleikari í fongsul fyri ólógliga veiðu

Sjónleikari í fongsul fyri ólógliga veiðu
Salman Khan, ein víðagitin sjónleikari í Bollywood í India, er dømdur 5 ára fongsulsrevsing fyri ólógliga veiðu av antilopum.
 
06.04.2018 - 08:22

Ólógliga veiðan fór fram í 1998. Tað skrivar BBC.

Khan drap tvær hjartar-antilopur - sum er ein serstøk og friðað antilopa í India - og hetta hendi meðan hann innspældi ein film. 

Fýra aðrir sjónleikarir, sum eisini vóru við í filminum, vórðu eisini ákærdir fyri ólógliga veiðu, men teir eru nú fríkendir. 

Khan kann skjóta málið fyri hægri rætt.

Og hetta er fjórðu ferð, at sjónleikarin er ákærdur fyri ólógliga veiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860