Politikk fyri almennar nevndarsamsýningar

Politikk fyri almennar nevndarsamsýningar
Vinnufeløgini hjá landinum eru ymisk í stødd, og tí eigur nevndarsamsýningin eisini at vera ymisk, heldur arbeiðsbólkur
 
08.04.2018 - 11:30

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um eigarapolitikk landsins, heldur, at yvirskipað skal nevndarsamsýningin í vinnufeløgunum hjá landinum vera kappingarfør.

Men almennu vinnufeløgini skulu ikki vera førandi, tá ið ræður um nevndarsamsýningar samanborið við privat feløg.

Tá samsýningin verður ásett, skal atlit takast at, hvussu stórt og samansett felagið er, og hvussu tung arbeiðsbyrðan er samanborið við privat feløg.

Býtið av samsýning millum formann, næstformann og nevndarlimir skal taka støði í arbeiðsbyrðuni hjá einstøkum nevndarlimum. 

Verða undirnevndir settar, kann serlig samsýnining verða latin fyri tað.

 

Ein politikkur skal orðast

Arbeiðsbólkurin skjýtur upp at gera samsýningarpolitikk fyri nevndina, sum skal góðkennast á aðalfundi og almannakunngerast.

Avvarðandi landsstýrisfólk skal leggja uppskot um nevndarsamsýningarpolitikk fyri landsstýrið.

Álitið um eigarapolitikk landsins varð handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, fríggjadagin.

Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um eigarapolitikkin í løgtinginum í heyst. 

 

Landið eigur 9 partafeløg

Landið eigur allan partapeningin í níggju partafeløgum, og tað er minnilutaeigara í fimm partafeløgum.

Feløgini, sum landið eigur allan partapeningin í, eru Føroya Tele, Posta, Atlantsflog, Vága floghavn, Fiskaaling, Visit Faroe Islands, Vágatunnilin, Eystur- og Sandoyartunlar og partafelagið Norðoyatunnilin.

Umsetningurin hjá hesum feløgunum var sambært roknskapinum fyri 2016 1,2 milliardir krónur tilsamans. Feløgini høvdu tilsamans 625 starvsfólk. 

 

Alt tilmælið um eigarapolitikkin kann lesast HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418