Smugla norskan laks til Kina

Smugla norskan laks til Kina
Tollmyndugleikarnir í Kina tóku herfyri 17 fólk og skuldsettu tey fyri at hava smuglað norskan laks til Kina umvegis Vietnam.
 
15.04.2018 - 11:57

Seinastu árini hava dømi verið um, at norskur laksur er smuglaður til Kina, eftir at Kina legði 22 prosent í avgjaldi á norska laksin, skrivar bretska blaðið, Financial Times.

Innflutningurin av fiski og skeljafiski til Vietnam er fleirfaldaður seinastu árini, og landið er nú fimtstørsti innflytari av teimum vørunum.

Og hildið verður, at nógv av fiskinum fer víðari til Kina.

Ein av teimum tiknu í Kina, er norski ríkisborgarin, Dong Yimin, sum í fleiri ár hevur staðið á odda fyri norska útflutninginum av laksi til Kina og onnur lond í Asia.

Hon hevur tætt samstarv við alifelagið, SalMar, og nevndarformaðurin í norska felagnum, Atle Eide, sigur seg ikki trúgva, at tað er hon sum hevur staðið fyri at flyta norska laksin ólógliga til Kina.

Hon hevur noktað fyri ólógliga virkseminum, og nevndarformaðurin í SalMar sigur seg trúgva henni, til annað er prógvað.

Stjórin í SalMar, Trond Williksen, legði frá sær í vikuni, men tað hevur einki við tað, sum hendir í Kina at gera, sigur nevndarformaðurin við bretska blaðið.

Sambært kinesisku myndugleikunum hevur Dong Yimin smuglað norskan laks til Kina, ið hevur eitt virði upp á meir enn 100 milliónir dollarar.

Kina legði avgjald á norskan laks, eftir at kinesiski samfelagsrevsarin, Liu Xiaobo, fekk friðarheiðsursløn Nobels í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860