Kongshúsið hevði undirskot í fjør

Kongshúsið hevði undirskot í fjør
Øktar lønarútreiðslur og óvæntaðar útreiðslur eru orsøkin til, at danska kongshúsið hevði undirskot í 2017
 
26.04.2018 - 09:22

Tað vísur ársfrágreiðingin fyri 2017 um virksemið hjá Kongshúsinum, - frágreiðingin er júst almannakunngjørt.

Talan er um 2,8 miljónir krónur í undirskoti, og tær verða fluttar yvir í eginogninga, sum 31. desember 2017 var 13,9 miljónir krónur, stendur í frágreiðingini.

- Við eginognini, sum er úrslit av nettouppsparing frá undanfarnu árum, ber til at dekka útreiðslurnar, sum fara upp-um inntøkurnar komandi roknskaparár, skrivar Kongshúsið.

Ríkisveiting og ársløn

Kongshúsið rinda eisini løn. Margretha drotning fær góðar 6,7 miljónir krónur um mánaðin í ríksiveiting, meðan Fríðrikur krúnprinsur fær góðar 1,6 millión krónur um mánaðin í árspeningi og Joachim prinsur fær 295-túsund krónur um mánaðin í árspeningi.

Tað svarar til, at árslønin hjá drotningini er 81 miljónir krónur, meðan árslønin hjá prinsunum báðum er lutfalsliga 20 og 3,5 miljónir krónur, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537