Kardinalur í rættin

01.05.2018 - 08:42
AktueltÚtheimurin
Kardinalur í rættin
Avstralski fíggjarstjórin hjá pávanum, George Pell kardinalur, skal fyri rættin í Melburne í dag í samband við skuldsetingar um kynsligan ágang.
Avstralski kardinalurin George Pell
 

Avstralski kardinalurin, George Pell, sum eisini er fíggjarstjóri hjá pávanum, er í rættinum í dag í Melbourne í sambandi við tríggjar skuldsetingar um kynsligan ágang, tað upplýsir Belinda Wallington, dómari við rættin í Melbourne.

Avstralska løgreglan hevur áður lýst skuldsetingarnar sum "søgulig kynslig brotsverk", men hevur ikki almannakunngjørt smálutir í málinum. Sambært blaðnum, Sydney Morning Herald, er talan um meira enn eitt offur.

Ágangur skal verða framdur við ein svimjihyl í 1970-árunum í býnum Ballarat, sum er 120 kilometrar í útnyrðing úr milliónabýnum Melbourne.

Tá arbeiddi fíggjarstjórin í Vatikaninum sum prestur í økinum, skrivar blaðið.

76 ára gamli fíggjarstjórin í Vatikaninum vísir øllum skuldsetingum aftur og sigur, at her er talan um gívrajagstran eftir sær. Hann noktar at siga meira, fyrr enn málið er avgjørt.

Pávin hevur givið Pell farloyvi í óásetta tíð, skrivar New York Times.

Meira enn 40 løgreglufólk og fleiri fjølmiðlar stóðu uttanfyri rættarhølið, tá Pell kom. 

Mótmælisfólk róptu eftir skuldsetta kardinalinum, sum saman við sakførara sínum kvikaði sær inn í rættarbygningin í morgun.

Í Avstralia er einki fyrningarmark í málum um kynsligan ágang, skrivar Ritzau.

 

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juli
Guðstænasta í Glyvra kirkju
96956
Leygardag 20. juli
Frítíð og náttúra
96938
Fríggjadag 19. juli
Minibarrin 19. juli 2019
96870
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juli
Video: 5mf kvinnur, vestanstevna 2019
96751
Leygardag 13. juli
Video: 10mf, vestanstevna 2019
96750
Leygardag 13. juli
Video: 8mf, vestanstevna 2019
96749
Leygardag 13. juli
Video: 5mf gentur, vestanstevna 2019
96747