Revsitiltøk móti Iran sett í verk

Revsitiltøk móti Iran sett í verk
Fáar dagar eftir at amerikanski forsetin tók USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran, setir USA fleiri tiltøk í verk móti iranskum persónum og feløgum
 
11.05.2018 - 10:34

Tiltøk verða sett í verk móti seks persónum og trimum feløgum.

Amerikanska fíggjarmálaráðið sigur, at persónarnir og feløgini hava flutt milliónir av dollarum til iransku kollveltingarhirðuna og hava fíggjað óndsinnað virksemi, sum USA tekur til.

Peningurin er fluttur gjøgnum Sameindu Arabisku Emiratini og iranska tjóðbankan, sigur amerikanska fíggjarmálaráðið.

Tiltøkini bera í sær, at ikki er loyvt at hava handilslig viðurskifti við teir seks persónarnar og tær tríggjar fyritøkurnar, og tiltøkini verða sett í verk í samstarvi við Sameindu Arabisku Emiratini. 

Iranska tjóðarhirðin varð stovnað, stutt eftir at Khomeini, ayatollah, tók valdið í Iran í 1979.

Síðani hevur hon fingið sera stórt vald í landinum, bæði hernaðarliga og búskaparliga. Tjóðarhirðin hevur fleiri túsund hermenn og framkomna hernaðarútgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860