Hótta við at blaka ábyrgdina frá sær

Hótta við at blaka ábyrgdina frá sær
Kommunurnar og stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni hótta nú við at siga ábyrdina fyri eldraøkinum frá sær.
 
17.05.2018 - 12:52

Fíggjarliga støðan er vánalig, og Bú- og Heimatænastan megnar ikki at veita allar lógarkravdar tænastur.

Tað sæst í brævi til løgmann og trý landsstýrisfólk frá Bú og Heimatænastuni í Suðuroynni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Bú og heimatænastan í Suðuroynni, sum er kommunusamstarvið um eldraøkið í Suðuroynni hevur tað tungt fíggjarliga, og megnar ikki at røkja allar skyldir sínar, kemur fram í brævinum, sum stýrið hevur sent til løgmann og trý landsstýrisfólk. Í brævinum, sum er dagfest 18.apríl, stendur millum annað "....veitur Bú og Heimatænastan í Suðuroy ikki lógarkravdar tænastur, hevur ikki rullandi náttarvakt og veitir heldur ikki javnbjóðis tænastur til borgarar í Suðuroynni, til tilboðini eru ymisk frá einum parti av oynni til annan"

Eisini verður skrivað: "Fíggjarliga støðan er fastlæst. Roknskaparárið 2017 er ikki endaliga avgreitt, tí har eru fíggjarlig viðurskifti sum ikki eru til at loysa. Fyrsti ársfjórðingur 2018 er farin afturum og kommunurnar staðfesta enn einaferð, at støðan er ikki haldbar, og tað er ikki ráðiligt at halda áfram á hendan hátt,"

Stýrið var á fundi við landsstýrið í januar í ár og vísti tá á tvær loysnir: "antin fáa kommunurnar fleiri pengar til eldraøkið beinavegin ella má landsstýrið yvirtaka økið aftur."

Men enn er onki hent, og tí hótta kommunurnar og stýrið nú við at blaka ábyrgdina fyri eldraøkinum í Suðuroynni frá sær, og skriva í brævinum:

"Stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy hevur á fundi í dag, 18.apríl 2018, gjørt av, at um ikki ein endalig loysn er funnin á fíggjarligu viðurskiftunum á eldraøkinum í seinasta lagi 18.mai 2018, so kunnu kommunurnar í Suuroynni og stýrið fyri Bú og Heimatænastuna i Suðuroy ikki taka ábyrdina av eldraøkinum í Suðuroynni longur"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012