Semingsroyndin heldur fram fyrrapartin

Semingsroyndin heldur fram fyrrapartin
Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar verður tikin uppaftur.
Samráðingarnar við kommunulæknarnar og lønardeildina eru í Skibsted pakkhúsi í Tinganesi
Mynd: Beinta Løwe  
 
18.05.2018 - 08:19

Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar verður tikin uppaftur á Hotel Hafnia klokkan 10 fyrrapartin.

Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar er longdur til á midnátt í kvøld.

Semingsuppskot

Semingsstovnurin legði í gjárkvøldið eitt semingsuppskot fyri Kommunulæknafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. 

Tey hava freist til middags at boða frá, hvørja støðu tey hava til semingsuppskotið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at taka partarnir av semingsuppskotinum, verður skrivað undir nýggjan sáttmála, men verður tað vrakað, fer semingsstovnurin at vita, hvørjir møguleikar eru, ella um hann skal gevast við semingsroyndini.

Kastar semingsstovnurin frá sær, hava partarnir 48 tímar at boða frá verkfalli ella verkbanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860