Óvissa um grønlendsku fiskivinnunýskipanina

Óvissa um grønlendsku fiskivinnunýskipanina
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at tað er torført siga, nær uppskotið fiskivinnunýskipan verður liðugt
Erik Jensen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur at samgongan brúkar ta tíð, sum er neyðug, at gera uppskotið um fiskivinnunýskipan liðugt.
Mynd: Leif Josefsen // Sermitsiaq  
 
22.05.2018 - 08:51

Enn er óvist, nær uppskotið um nýggja fiskivinnulóg í Grønlandi verður lagt fyri landstingið.

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, sigur við Sermitsiaq, at tað er torført siga, nær uppskotið verður liðugt, men tað verður í hesum valskeiðnum, sigur hann.

Nýggja landsstýrissamgongan ætlar, at viðurskiftini í fiskivinnuni skulu broytast soleiðis, at fleiri arbeiðspláss verða í vinnuni.

- Nýggja fiskivinnulógin skal eisini hava týdning fyri búskapin, og tí brúka vit tíðina, sum krevst, at gera uppskotið. Samráðast skal við partarnar í vinnuni, og teir skulu eisini hava eina hoyringarfreist, sigur landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum.

Ein knappan mánað eftir landstingsvalið í Grønlandi hevur flokkurin, Parti Naleraq, mist ein tingmann, men tað fær onga ávirkan á samgongumeirilutan. 

Henrik Fleischer fer úr Parti Naleraq upp í Siumut, sum eisini er í samgongu.

Hans Enoksen, formaður í Parti Naleraq, harmast støðuna. 

Hann sigur við Sermitsiak, at Henrik Fleischer fer úr flokkinum, av tí at hann eftir øllum at døma er misnøgdur við nevndarbýtið í landstinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012