Issehoved hevði ov nógv ferðafólk

Issehoved hevði ov nógv ferðafólk
Skiparin verður skuldsettur
Strandferðslan hevur leigað Issehoved úr Danmark
 
27.05.2018 - 09:57

Tvíkiljan Issehoved hevði ov nógv ferðafólk, tá hon kom úr Nólsoy í gjárkvøldið, skrivar Vágaportalurin.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur við útvarpið í morgun, at eitt ferðafólk kendi seg ótrygt, tí so nógv ferðafólk vórðu við, og boðaði løgregluni frá.

Løgreglan stóð fyri Issehoved, tá tvíkiljan kom á Havnina, og fór umborð at gera kanningar. 

Tað vísti seg, at 114 ferðafólk vóru við, men Issehoved hevur bara loyvi at flyta 98 ferðafólk í senn.

Tá ferðafólk og manning vórðu avhoyrd, avgjørdi løgreglan at skuldseta skiparan fyri at hava flutt fleiri fólk enn loyvt.

Eftir at avhoyringar av ferðafólki og manning høvdu verið, var avgjørt at skuldseta skiparan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444