Vilja hava Skotlandsleiðina aftur

Vilja hava Skotlandsleiðina aftur
Ferðafólkasigling millum Føroya og Skotlands eigur at verða tikin uppaftur. Tað halda kommunurnar í Suðuroynni.
 
29.05.2018 - 09:20

Kommunurnar í Suðuroy eru á einum máli um, at farast skal undir at kanna møguleikarnir fyri at taka uppaftur sigling millum Suðuroynna og Skotlands. 

Mælt verður til alt fyri eitt at kalla inn til fundar millum Samferðslumálaráðið, Strandfaraskip Landsins og kommunurnar í Suðuroynni um Skotlandsleiðina. 

Hetta er eitt av tilmælunum hjá kommununum í Suðuroynni, sum vórðu løgd fyri landsstýrið í gjár. 

Hendan farleið var ein týðandi farleið fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning og innflutning.

Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki, sum valdu Skotland og Stóra Bretland sum ferðamál, siga kommunurnar. 

Lítið er at ivast í, at hendan leiðin framvegis er sera áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroynni, bæði hjá útflutningsvinnuni og í sambandi við innflutning. 

Í ferðavinnuhøpi er farleiðin millum Skotlands og Suðuroynna/Føroyar eisini sera áhugaverd, siga kommunurnar í Suðuroynni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012