Løgreglan ávarar ímóti teldusníkum

Løgreglan ávarar ímóti teldusníkum
Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki um, at sníkar hava verið inni á telduni hjá teimum og hava avmyndað tey í keðiligari støðu
 
05.06.2018 - 13:18

Løgreglan í Føroyum hevur síðstu tíðina fingið fleiri fráboðanir frá fólki um, at sníkar hava verið inni á telduni hjá teimum og hava avmyndað tey í keðiligari støðu - sum løgreglan tekur til. 

Sníkarnir hótta síðani við at leggja myndirnar út á internetið ella senda tær til familju og vinir, um ikki viðkomandi flytir teimum pening, og tað skal vera talgilda gjaldoyrað, bitcoins. 

Løgreglan heitir á fólk, sum fáa slíkar teldupostar, um ikki at flyta pening, men í staðin at sletta teldupostin. Hesir teldupostar eru helst sendir til eina rúgvu av fólki, har sníkurin vónar, at onkur flytir pening. 

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, segði við útvarpið, at løgreglan hevur varhugan av, at ongar myndir finnast, men at talan er um eina hóttan. Løgreglan ávarar tí fólki ímóti, at flyta peningin.

- Vit ávara fólki ímóti at flyta pening, tí vit hava varhugan av, at hetta bara er ein roynd at fáa pening frá fólki. Vit hava varhugan av, at sníkarar ikki hava verið inni á teldunum hjá fólki, og talan er tí ikki um veruligar myndir, sigur hon. 

Løgreglan hevur hoyrt frá fleiri, sum eru vís í, at tey ikki hava verið inni á nakrari ónærisligari heimasíðu á alnótini. Tí heldur løgreglan í Føroyum, at hetta bert er ógrundaðar hóttarnar.

Danska brúkararáðið hevur á heimasíðuni ráðgeving fyri, hvussu tú á bestan hátt verjir teg á alnótini. 

Les meira um talgilda sjálvverju her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860