Kommunurnar skuldu lata landinum 15 milliónir

Kommunurnar skuldu lata landinum 15 milliónir
Fyri einum góðum ári síðani varð uppgerð gjørd um at flyta læknar frá kommununum til landið
Landið ætlar at savna kommunulæknarnar í heilsudeplum. Heilsumiðstøðin í Runavik er á myndini.
 
14.06.2018 - 09:20

Landið skuldi hava 15 mió. kr. frá kommununum fyri at taka við kommunulæknunum.

Hetta stendur í uppriti, sum varð gjørt í Heilsu- og Innlendismálaráðnum í apríl í fjør.

Landið skuldi taka við teimum leigumálum, sum kommunurnar høvdu.

Fyri høli, sum kommunurnar eiga, leigar landið fyri miðalprís, sum Kommunufelagið og Heilsu- og Innlendismálaráðið verða samd um, stendur í uppritinum. 

Útreiðslan hjá kommununum til kommunulæknaskipanina var 298 kr. í miðal fyri fólkið. 

Nú er 2016 við

Hendan uppgerðin er gjørd, áðrenn tølini fyri 2016 vóru tøk.

Tey eru tøk nú og vísa, at kommunulæknarnir kostaðu kommununum 13,5 mió. kr. í rakstri og 2,1 mió. kr. til íløgur í 2016.

Verandi býti millum land og kommunur er, at landið rindar samsýningina til kommunulæknarnar, og kommunurnar rinda fyri viðtaluhøli, útgerð og bústað til læknaavloysarar. 

Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka alla skipanina, men tað gongst striltið. 

Ein nevnd við fólkum frá Kommunufelagnum og Heilsumálaráðnum skal nú kanna, hvussu kommunulæknarnir skulu undir landið.

Fundur var týsdagin millum Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og Kommunufelagið um málið.

Setast fyri summarfrítíðina

Nevndin skal mannast fyri summarfrítíðina, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men ikki er ásett, nær nevndin skal verða liðug.

Uppskot um ávegis avtalu millum land og kommunur um kommunulæknaskipanina varð gjørd fyri einum ári síðani.

Kommunurnar vóru tó ikki á einum máli um avtaluna, tí viðurskiftini vóru so ymisk í kommununum.

Tí varð mælt til at tosa við einstøku læknaøkini. 

Hetta byrjaði og endaði eisini í Klaksvík, tá ikki bar til at flyta viðtalurnar hjá kommunulæknunum í sjúkrahúsið.

Sambært tølum, sum Útvarpið hevur, kostaði kommunulæknaskipanin kommununum góðar 66 mió. kr. í rakstri árini 2011-2016 og 19,5 milliónir krónur í íløgum.
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946