Kim Jong-un á vitjan í Beijing

Kim Jong-un á vitjan í Beijing
Kinesiskir fjømiðlar siga í dag, at norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, er farin á vitjan hjá kinesiska forsetanum at greiða frá toppfundinum
 
19.06.2018 - 10:17

Almenna kinesiska tíðindastovan sigur í dag, at norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, er farin á tveir daga langa vitjan í Beijing, har hann, sambært óváttaðum tíðindum, fer at greiða kinesiska forsetanum, Xi Jinping, frá toppfundinum við Trump.

Hetta er triðju ferð, at Kim vitjar í Kina í ár. Áður hava kinesiskir miðlar sagt frá um vitjanina, eftir at Kim er farin úr landinum. 

Kinesiskir fjølmiðlar skriva bara, at Kim er í Beijing, og at hann verður har í tveir dagar.

Sambært Reuters-tíðindastovuni, var tað væntað í diplomatiska umhvørvinum, at Kim fór til Kina eftir søguliga toppfundin við amerikanska forsetan, Donald Trump. 

Løgreglan hevur hert trygdina í miðbýnum í Beijing, meðan vitjanin varar.

Samstundis váttar USA, at Suðurkorea og USA eru vorðin samd um at steðga árligu felags hernaðarvenjingini í heyst.

Í fjør vóru 17.500 amerikanskir og 50.000 suðurkoreiskir hermenn við í felags hernaðarvenjingini.

Kina hevur leingi sagt, at hernaðarvenjingin er ein provokatión, og tey fegnast um, at venjingin verður steðgað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537