Grikkaland ikki í kreppu longur

Grikkaland ikki í kreppu longur
Nýggj lánsavtala millum ES og Grikkaland er stórt stig á leiðini til at loysa kreppuna í grikska búskapinum.
 
22.06.2018 - 12:50

Men enn er helst ov tíðliga at siga, at grikska kreppan er av, sigur Las Olsen, leiðandi búskaparfrøðingur í Danske Bank.

- Tørvur er framvegis á at endurreisa búskapin, og Grikkaland hevur framvegis tørv á vælvild frá Evropa. Grikkaland hevur sjálvt gjørt nógv fyri at koma úr kreppuni, og tað er nýggja avtalan viðurkenning um, sigur Las Olsen við Ritzau.

Grikkaland sleppur at útseta afturberingina av nærum 100 milliardum evrum, sum landið skyldar. Samstundis fáa grikkar 15 milliardir evrur í búskaparligari innspræning.

Tað skal styrkja búskapin, so at landið kann fóta sær undir vanligum umstøðum.

Grikkaland hevur síðani 2010 fingið 275 milliardir evrur í búskaparligum stuðli í trimum lánsætlanum.

Landið hevur verið um at fara á húsagang fleiri ferðir, og sum fyrsta land í heiminum var Grikkaland í vanda fyri at verða tveitt úr evrupsamstarvinum, skrivar Ritzau.

Afturfyri stuðulin hevur landið bundið seg til at fremja stórar sparingar, og tað hevur elvt til stórar mótmælisgongur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902